|
Tíðindabræv frá Jósef Jacobsen |
|
Fríggjadag, 18. juni 2010 11:42 |
 Kæru syskin í Harranum!
Myndin omanfyri er tikin í Bermuda, og vísir ein part av manningini, lækni, maskinmeistarar, elektikari, stýrimaður og fíggjarleiðari. Flest øll eru takksom, fyri at Logos Hope vitjar, men ikki øll hava møguleika at vitja umborð orsakað av arbeiði, sjúku ella øðrum. Men vit umborð á Logos Hope royna at senda lið út at vitja hesi fólk. Millum annað verður vitjað á eldraheimum, avvenjingarheimum, barnaheimum og støðum, har fólk ikki hava góðar møguleikar at koma til okkum.
|
|
Les meir...
|
|
|
Mikudag, 05. mai 2010 21:10 |
Men Hann segði við meg: "Náði Mín er tær nóg mikið; tí kraft Mín verður fullkomin í veikleika." - Tí rósi eg mær helst av veikleika mínum, fyri at kraft Kristusar kann hvíla á mær. Og tí havi eg gott mót í veikleika, í ringari viðferð, í neyð, í atsóknum, í angist fyri Kristusar skuld; tí táið eg eri veikur, eri eg sterkur. 2. Kor. 12:9-10
Konferenca í Argentina. Í januar var eg til eina trúboðara-konferancu , CIMA, í Argentina. Eini 2500 latín-amerikanarar, sum eru áhugaðir í trúboðan, vóru sam-laðir. Alt fyrigekk á sponskum. Um morgunarar vóru ymisk work-shops, eg fór til ”Urban Missions”. Seinnapartarnar vóru seminar. Millum seminar-haldararnar var Bróður Yun, the Heavenly Man.
|
|
Les meir...
|
|
Hjálp okkum at veita vestur Afrika vón |
|
Mánadag, 03. mai 2010 17:57 |
|
|
|
Tíðindaskriv viðv. virkseminum hjá OM í Haiti |
|
Týsdag, 27. apríl 2010 11:29 |
|
14 apríl 2010
Tað eru tríggir mánar síðan jarðskjálvtin rakti Port-au-Prince og økið har umkring. Vit halda á at hjálpa teimum, ið tørva.
Í síðstu viku kom eitt toymi við 30 fólkum at hjálpa OM toyminum í Haiti. Hesi góvu sína tíð at veita serliga umsorgan og kærleika til børnini í fleiri av barnaheimunum, sum vit hjálpa. Hesa vikuna kom eitt lítið medisinskt toymi at arbeiða saman við okkum. Vit halda eisini á at veita mat til fleiri barnaheim.
Ein 40 fót bingja, sum OM hevur sent úr USA, er nú komin í havn í Cap Haitien á Haiti. Vørur úr hesi bingjuni skulu eftir ætlan býtast út hesa vikuna til tvær samkomur í Cap Haitien økinum, sum virka millum heimleys, sum eru komin hagar frá jarðskjálvta økinum. Restin av vørunum verður býtt út í Port-au-Prince økinum í næstu viku.
Teir tveir Haitibúgvarnir, ið hava hjálpt okkum, eru villigir at halda fram, í øllum føri árið út. Vit søkja vilja Harrans viðvíkjandi okkara langtíðar arbeiði á Haiti. Vit hava fingið nøkur sera góð sambond við nakrar samkomur, sum vit ynskja at arbeiða ígjøgnum teir næstu mánaðirnar.
Takk fyri tykkara áhaldandi bønarstuðul nú vit skulu taka avgerð um, hvussu best er at tæna Harranum í Haiti framyvir.
|
|
Mánadag, 26. apríl 2010 20:18 |
Kæru systkin í Harranum!
Fyrst av øllum takk fyri tykkara forbønir.
Eftir tíðina á Bahamas lá leiðin til Bermuda, oyggin í tí tiltiknað Bermuda trýkantinum, har nógv skip eru horvin. Onkur av fólkunum umborð ynsktu eitt sindur av illveðrið so vit kundu uppliva tað við Logos Hope, men so bleiv ikki. Tað merktist, at vit vóru úti á opnum havi, men ikki meir enn so, at skipi legði seg eitt vet til hvørja síðu. Og vit komu fram til Hamilton í Bermuda í øllum góðum.
|
|
Les meir...
|
|
|
<< Byrjan < Aftur 1 2 3 Fram > Endi >>
|
|
Page 2 av 3 |